hann eitur Óli Hans Andreasen

Started by Borghild Andreasen on Wednesday, January 6, 2010
Problem with this page?

Participants:

Profiles Mentioned:

  • Private
    Geni member
Showing all 8 posts

og av tí at hann stendur her sum x, kemur fløkja í mítt træ, so kanst tú rætta tað?

Hey aftur,

eg síggi ongan føðingardagur hjá verfaðir tín, Ferdinand.

Kanst tú rætta tað?

Vinarliga

Áki

Ja, skal seta føðidato hjá Ferdinand inn.

ok, hann eitur Óla Hans Andreassen, og alt hitt passar,

Tað eri nokk eg sum havi upprætta Óla Hans sum x, tí eg mintist ikki heilt, hvussu hann æt. Eg visti ikki, at vit vóru skyld. So eru Edith (x-daman og mamma at Hans Edward og Jan) og Óla Hans jú eisini í familju við hvønn annan, tó ikki so nær (mamma hennara og Óla Hans eru so fermenningar), ella hvat? Hví man tað ikki koma at standa 1 match found ovast til høgru í profilinum hjá Óla Hans ella hjá Edith, tá tey nú eru í tveimum trøðum? So kann man jú flætta trøðini saman, so børnini fylgja við og man ikki nýtist at upprætta teir umaftur.
Vinarliga
Eileen Sandá
(dóttir Páll Sandá, doyptur Joensen, sum var sonur Edith Mørk og Hentze Joensen úr Sandvík).

Hey Eileen,

ja, tú og eg - og maður Borghild, Ólavur (sum er syskinabarn mítt) vit eru "pumpiringar". Pápar okkara eru ferminingar.

Eg havi sæð, at tú gert nógv burtur úr ættargransing. Halt á við tað góða stríð :-)

Vinarliga

Áki

Hahaha, pumpiringar, hatta orðið havi eg aldrig hoyrt fyrr, tað ljóðar so stuttligt, eg kalli tað bara fimmtiningar.

Sambært Móðurmálsorðabókini verður orðið, pumpuringur, skemtandi nýtt um: "...fjaran skyldskap (longur burtur enn fermenningar)"

Desember 2008 tosaði vit saman á heimasíðan hjá KT SLEKT um hetta, og vit komu ikki nøkur endaliga niðurstøða, men til nøkur uppskot:

1) syskin
2) syskinabarn
3) tríminingur
4) ferminingur
5) fimmmenningar,
6) seksmenningar,
7) sjeymenningar,
8 ) áttamenningar,
o.s.fr. - so mong sum vit nú einaferð fáa brúk fyri at nevna soleiðis.

Showing all 8 posts

Create a free account or login to participate in this discussion