![](https://assets13.geni.com/images/external/twitter_bird_small.gif?1695767951)
![](https://assets12.geni.com/images/facebook_white_small_short.gif?1695767951)
Óli Reinert. Hann varð føddur í Norðradali í 1887, vaks upp her og festi mannkomin garð. Umframt sín barnalærdóm, nam hann lærdóm á háskúlaskeiði á Føroya Fólkaháskúla veturin 1914/15. Rættiliga tíðliga knýtti hann seg at brøðrasamkomuni, og í samband við átrúnaðarliga virkið í samkomuni yrkti hann hóp av sálmum. Eftir hann er savn av 175 kristiligum sálmum og sangum, sum í 1958 kom út á egnum forlagi undir heitinum »Ein rødd«. Hesir 175 sálmar vóru bert ein lítil partur av sálmum hansara.
Óli doyði í 1974.
Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.
Føddur: 9. november 1887.
1887 |
November 9, 1887
|
Norðradalur, Faroe Islands
|
|
1926 |
1926
|
||
1928 |
October 3, 1928
|
Norðradalur, Føroyar (Faroe Islands)
|
|
1974 |
1974
Age 86
|